Óvissa um viðgerðir á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Sum støðan er nú, er nú, er ringt gera nakað við málið


Enn er púra óvist, hvussu verður við ergoterapi og endurmenning á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.

 

Tað er Sirið Stenberg, tingkvinna, sum hevur spurt hann, hvussu hann ætlar at tryggja, at fólk í Suðuroynni fáa nøktandi ergoterapeutiska viðgerð og endurmenning.

 

Men landsstýrismaðurin ger greitt, at sum støðan er nú, fær hann ikki tryggja nakað sum helst á hesum øki.

 

Ergoterapeutur hevur verið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men í 2011 varð álagt heilsuverkinum, og sostatt eisini Suðuroyar sjúkrahúsi, at spara.

 

Í hesum sambandi gjørdi sjúkrahúsleiðslan av at siga ergoterapeutinum úr starvi.

Karsten Hansen sigur, at hann hevur skilt, at hendan avgerðin hevur elvt til ávísar trupulleikar í sambandi við endurvenjing á sjúkrahúsinum, har tørvur hevur verið á bæði fysio- og ergoterapi.

 

- Tað er fyrst og fremst sjúkrahúsleiðslan, sum skipar virksemið á sjúkrahúsinum og raðfestir, hvørjar tænastur sjúkrahúsið veitir fyri ta játtan, sum verður tillutað sjúkrahúsinum, staðfestir Karsten Hansen

 

- Er tørvur á ergoterpeutiskari tænastu á sjúkrahúsinum, kann leiðslan raðfesta at keypa hesa tænastu partvís inn á sjúkrahúsið, leggur hann afturat.

 

Men hann ásannar, at sum játtanin er nú, og eftir teimum fíggjarkarmum, løgtingið hevur samtykt, verður tað torført at fáa ergoterapi aftur á Suðuroyar sjúkrahúsi.

 

Hinvegin hevur hann boðað frá, at hann vil hava, at rættindi hjá fólki til endurmenning verða ásett í løgtingslóg og tí hevur hann sett sjøtul á arbeiðið at gera eina lóg á økinum.

 

- Talan er um eina tvørgangandi lóggávu, har størsti parturin av eini slíkari lóggávu eftir øllum at døma viðvíkur rættindi til tænastur frá Almannaverkinum.

 

Tí verður neyðugt, at Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið arbeiða í felag við lóggávuni.

 

- Ætlanin er at fáa lagt eina tílíka lóg fyri Løgtingið í heyst, soleiðis at hon kann fáa gildi frá 1. januar 2015, sigur Karsten Hansen.