Bólkurin OVIS, ið vann SkúlaFM, kom víðari til danska kapping innan íverksetan.
OVIS hevur ment ljóðpanelir úr føroyskari seyða ull, og skal leggja fullfíggjaðu verkætlanina fram fyri donsku dómsnevndini á finaludegnum í Kolding, í morgin, hósdagin 21.apríl.
Spennandi verður at fylgja við, hvussu tað fer at ganga hjá teimum.
Næmingarnir handan OVIS ganga í 10.flokki í Skúlanum við Løkin. Teir eru Trygvi Christiansson, Ólavur Olafsson Davidsen, Teitur Hentze Knudsen og Dávur Samuelsen.
Vit ynskja OVIS bestu eydnu og fara vit at frætta meira morgin, um hvussu tað kemur ganga, skrivar Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi.