Í gjár var Løkshøll í Runavík karmur um finaluna til SkúlaFM 2022, tá virkisfúsir næmingar løgdu sínar virkisætlanir fram. Vinnarin av SkúlaFM 2022 í íverksetan gjørdist bólkurin OVIS úr Skúlanum við Løkin, ið hevði framleitt ljóðpanelir úr føroyskari seyðaull.
Dómsnevndin legði dent á, at OVIS megnaði at gagnnýta eina vøru, sum ov ofta verður blakað burtur aftaná nýtslu. Bólkurin hevði eisini gjørt ein góða og fullmenta prototypu, sum hugtók dómarnir.
Nummar tvey gjørdist Sjóprotein úr Fuglafjarðar skúla, og nummar trý gjørdist Kropsskrubb úr Skúlanum á Giljanesi.
Vinnandi bólkurin fær, umframt heiðurin at vinna, møguleikan at royna seg í Next Level kappingini í Danmark, sum er líkandi donsk kapping fyri skúla ungdóm. Harumframt góvu Betri og Føroya Tele 5.000 krónur hvør til vinnandi bólkin.
Nummar 2 og 3 fingu somuleiðis ein vinning á ávikavist 1.500 krónur og 1.000 krónur.
Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan í skúlaárinum 2021/2022. Tað er Íverksetarahúsið, sum skipar fyri SkúlaFM, í samstarvi við Uttanríkis- og mentamálaráðið, ið er kappingin, har skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.
Tilsamans vóru seks bólkar við í finaluni í ár. Øll hugskotini vóru á høgum støði, og dómsnevndin metti, at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum.
Í dómsnevndini sótu Jákup Dahl frá Betri Samtakinum, Tróndur Høgnason Dalsgarð frá Føroya Tele, Høgni Warberg frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum og Rannvá Troest, umboð fyri Vinnufarmaskipanina.