Vitjan
Skálafjørðurin: Donsku pensjónistarnir, sum vitjaðu eldrafelagið Nón á Skálafjørðinum, eru farnir avstað aftur. 
Formaðurin í danska felagnum, Gudrun Jensen, sigur, at upplivilsini, tey høvdu í Føroyum, vóru út yvir tað vanliga.
- Eldrafelagið Nón við Amy Djurhuus í oddinum hevur virkuliga 
gjørt eitt gott arbeiði, bæði av hjarta og sál.
Hon sigur, at hennara limir høvdu nakrar serstakliga góðar dagar í Føroyum, og tey vilja fegin fortelja frá sínum upplivilsum í Danmark.
- Vit eru púrasta ovfarin av vakra landinum og tí blíðskapi, sum okkara vertir sýndu.   
Á vitjanini í Føroyum búðu donsku pensjónistarnir hjá privatfólki við Skálafjørðin og í Elduvík, og øll siga seg vera fegin um hetta.
Báðar vegir
Men áhugin hevur verið báðar vegir.
- Vertirnir hava eisini sýnt okkum og tí húsi, vit hava, stóran áhuga. Vit eru eitt felag, sum eigur eitt niðurlagt "brúk", har vit hava nógvar aktivitetir. Hetta er eitt stað, har pensjónistar og onnur, sum hava hug og stundir, kunnu dyrka mong áhugamál. Tað eru limirnir, sum syrgja fyri viðlíkahaldinum og fíggjarliga rakstrinum av húsinum.
Gudrun Jensen sigur, at eldrafelagið Nón droymir eisini um at hava síni egnu hølir.
- Vit hava brúkt nakað av tíð at skift orð um hesi viðurskifti.
Hon sigur, at felagið hjá teimum hevur havt húsini í eini 8 ár, og hesi árini hava tey lært nógv.
Stór vælvild
- Í práti við býráðsformannin í Runavíkar kommunu, Rodmund Nielsen og býráðslimin, Kára P. Højgaard, havi eg skilt, at vælvildin mótvegis pensjónistunum í økinum er stór, og tað gleðir okkum øll.
Gudrun Jensen ivast ikki í, at eldrafelagið Nón er ført fyri at gera nakað við hesi viðurskifti, og ynskir felagið "råd og dåd", sum hon tekur til, er felag hennara, Strammelse Brugerlaug, altíð til reiðar.
At enda ynskir hon at takka eldrafelagnum Nón fyri nakrar ógloymandi dagar í Føroyum.










