Ovfarnar av góðu undirtøkuni

Stigtakararnir av minnismerkinum fyri kvinnur deyðar í barsilssong, fegnast nú minnismerkið loksins er reist

Í fimm ár hava Brynhild Næs Petersen, Poulina Abrahamsen og Anne Mette Greve Klemensen arbeitt við verkætlanini.

 

Brynhild Næs Petersen er ovfarin av góðu undirtøkuni.

 

-  Samanhaldi og undirtøkan hevur, øll árini vit hava arbeitt, verið framúr góð. Vit eru ovfarnar og eyðmjúkar yvir breiða og stillføra stuðulin sum fjøldin hevur víst minnismerkinum. Vit hava fingið eitt einastandandi gott verk frá Guðrið Poulsen. Vit hoyrdu góðar røður og tónleik. Minnismerkið Kariatida varpar nú ljós á ofta burturtagdar søgur og lagnur. Kenslan er heilt víst stórt takksemi og virðing fyri hesum kvinnum og familjum teirra, teimum ið avdúkaðu minnismerkið í dag og eisini teimum ið vit ikki kenna, úti í heimi.