-Vit høvdu bara vænta eini 40 fólk úr Vestmanna, og vit eru sera ovfarnar av, at tað eru møtt so nógv fólk, eisini fólk,ið als ikki eru úr Vestmanna, sigur Ingunn Winther Olsen ikki sørt bilsin, tá ið vit fáa orðið á hana eftir frálíka kvinnudagshaldið í Vestmanna.
Tað er hon, í samstarvi við Augustu Ekholm og Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen, ið hevur syrgt fyri hesum haldi frá vøggu til grøv. Hugskotið er komið úr Danmark.
-Eg og Gyðja hava báðar verið aktivar í kvinnurørsluni, tá vit búðu í Danmark. Tá við nú eru komnar heim aftur, hildu vit, at tað var upp á tíðina, at onkur skipaði fyri tílíkum her í bygdini, sigur Ingunn Winther Olsen.
Møguligt afturvendandi tiltak
Hóast tiltakið hevur kostað teimum trimum damunum nógva tíð og orku, so kann tað væl hugsast, at tílíkt kvinnutiltak verður aftur í næsta ár.
-Tað kann væl verða, at hetta verður eitt afturvendandi tiltak. Nú sóu vit í kvøld, at tað var undirtøka fyri hesum, so hvør veit, sigur Ingunn Winther Olsen.
Spurd um hví tær høvdu valt at gera tiltakið ókeypis, sigur hon, at tað gjørdu tær mest fyri, at øll kundu verða við. Tær høvdu eisini lagt tiltakið soleiðis til rættis, at tað skuldi verða fyri øll, yngri sum eldri.
-Vit hava við viljað gjørt skránn so fjølbroytt, so tað er okkurt fyri øll. Eg haldi tað hevur hepnast væl, tí her eru øll fólk at síggja, bæði yngri og eldri. Men hetta tiltakið hevði ikki borið til uttan hollan stuðul og vælviljað frá virkjum her úr bygdini og frá kommunini, sigur Ingunn Winther Olsen at enda.








