Tað er ikki gerandiskostur, at útlendingar leita sær til Føroya á fótbóltsferð, men í hesum døgum er bretin Jim Hurren á vitjan á klettunum í hesum ørindum. Jim Hurren, ið er tíðindamaður, kom til Føroya fyri góðari viku síðani, og hann skal verða her í nærum tvær vikur afturat.
Fekk áhuga fyri Føroyum av tilvild
Tað er ikki tí, at Jim Hurren, ið vit fingu eitt prát við fyrr í vikuni, hevur fylgt við í føroyskum fótbólti í so langa tíð, at hann nú hevur lagt leiðina hagar. Tvørturímóti greiður fryntligi bretin frá, at tað var mest sum av tilvild, at hann yvirhøvur kom fram á nakrar upplýsingar um Føroyar og føroyskan fótbólt seinasta heyt.
Jim Hurren, ið er free-lance tíðindamaður, skrivar fast nakrar greinar fyri eitt enskt tíðarrit, ið kallast Stadium and Arena Management. Hetta er rættuliga sermerkt blað, tí tað inniheldur næstan bara tilfar og greinar um leikvøllir og áskoðaraviðurskiftir við meira. Av somu orsøk hevur hetta stóran áhuga hjá Jim, og eitt kvøldið hann sat framman fyri telduni og leitað eftir myndum av ymiskum fótbóltsvøllum á alnótini, kom hann fram á eina serliga mynd. Á myndini sá Jim ein fótbóltsvøll, sum sá út til at liggja mitt úti í sjónum. Hann gjørdist forvitin eftir at finna út av, hvar hesin vøllurin var, og skjótt fann hann fram til, at talan var um vøllin í Miðvági. Hetta var so byrjanin til áhugan fyri Føroyum og føroyskum fótbólti, greiðir Jim Hurren frá.
Føroyskur fótbóltur er eisini áhugaverdur fyri bretar
Millum føroyingar er áhugin fyri enskum fótbólti ovurhonds stórur, og tí hevði tað neyvan vakt ans, um ein føroyskur tíðindamaður fór til Onglands at gera ymiskt tilfar um enskan fótbólt, men at ein enskur tíðindamaður kemur til Føroya at skriva greinar um føroyskan fótbólt, sum bretar skulu lesa, tykist eitt sindur øvugt, men Jim Hurren heldur ikki, at talan er um spill av tíð. Hann sigur, at hóast tað kanska ljóðar eitt sindur løgið, so er tað eisini áhugavert hjá bretum at lesa um fótbólt í øðrum londum, eisini teimum smáu.
Á ferð síni í Føroyum fer Jim Hurren fyrst og fremst at skriva greinar til tíðarritið Stadium and Arena Management, men hann fer allarhelst eisini at skriva fyri tey meiri kendu fótbóltsbløðini "4-4-2" og "When Saturday comes". Greinararnar til hesi bæði bløð fara, í mun til áðurnevnda tíðarrit, at snúgva seg um sjálvan fótbóltin í Føroyum og føroyskar leikarar.
Sum dømi um áhugan fyri Føroyum nevnir Jim Hurren, at so skjótt hann nevndi fyri blaðstjóranum á Stadium Arena and Management, at hann kundi hugsað sær at farið til Føroya at skriva um føroyska fótbóltsheimin, fekk hann stuðul frá hesum til at fara avstað.
Er ovfarin av høga støðinum
Síðani bretski tíðindamaðurin kom til Føroya, hevur hann verið til fleiri fótbóltsdystir. Millum annað var hann herfyri og hugdi at dystinum millum HB og VB í 1. deild, og millum AB pg Royn í 2. deild. Eisini brúkti hann størsta partin av næstsíðsta vikuskifti í Gundadali, har hann hugdi at teimum mongu dystunum, ið har eru millum ymisk ungdómslið úr øllum landinum. Jim Hurren sigur, at hann er púra ovfarin av, hvussu høgt støðið er á fótbóltin í Føroyum, og serliga heldur hann støðið á ungdómsliðunum verða serstakliga høgt í mun til fólkatalið í Føroyum.
Hóast hann bert hevur havt áhuga fyri føroyskum fótbólti í gott og væl eitt hálvt ár, so hevur Jim Hurren longu fingið eitt gott innlit í fótbóltsheimin her á landi. Undir samrøðuni nevnir hann ofta fleiri leikarar við navni, og millum annað vísti hann seg at hava rættuliga stóran kunnleika um Toda Jónsson.
Ein annar leikari, ið Jim Hurren kemur inn á, er ungi Ingi Højsted, sum er sáttmálabundin við enska stórfelagið Arsenal, sum teimum flestu kunnugt júst hevur vunnið enska meistaraheitið uttan at tapa ein dyst alt kappingarárið. Jim Hurren greiðir frá, at hann herfyri vendi sær til Arsenal í vón um, at hann kundi fáa eina samrøðu við Inga, men hetta var ógjørligt, tí boðini úr enska felagnum vóru, at eingin sleppur at tosa við okkara ungdómsleikarar.
Ein blanding av arbeiði og ítrivi
Tað er ikki bert av arbeiðsorsøkum, at Jim Hurren hevur leitað sær hagar. Hann sigur, at um hann bert var her í arbeiðsørindum, so steðgaði hann einans tríggjar dagar ístaðin fyri tríggjar vikur, men av tí at ferðin er minst líka nógv eitt privat ítriv, er steðgurin langur. - Mær hevur altíð dámt væl at vitja óvanlig støð, sigur bretski tíðindamaðurin.
Meðan hann steðgar her á klettunum, hevur Jim Hurren leigað sær ein bil, og við hesum roynir hann at koma so nógv runt á oyggjunum sum gjørligt. Hósdagin var hann til dyst í Gundadali millum B36 og NSÍ, og eftir dystin gjørdi hann eina samrøðu við Jens Martin Knudsen.
Útbúgvin tónleikari
Hóast Jim Hurren arbeiðir sum free-lance tíðindamaður, so hevur hann eina heilt aðra útbúgving. Fyrikomandi maðurin úr Northampton er nevnliga útbúgvin á hægri lærustovni sum klassiskur tónleikari við percussions sum sínari sergrein. Hann er eisini framvegis virkin á hesum øki, og millum annað starvast hann okkurt um tríggjar mánaðir um árið sum tónleikari hjá the English National Ballet.
Tann 3. juni fer Jim Hurren av aftur landinum, men er tað onkur, sum vil seta seg í samband við hann og møguliga greiða honum frá um okkurt áhugavert í føroyska fótbóltsheiminum, so ber til at senda honum ein teldupost á jimhurren@postmaster.co.uk, og so svarar hann fegin.