Tað stóð einki til hjá Una Rasmussen, tá ið førarahundur hansara rýmdi úr Noðragøtu nýggjársdag. Hundurin varð kløkkur av onkrum fýrverksbresti og fór til stroks.
Uni Rasmussen byrjaði sjálvur leitingina eftir hundinum hjá sær nýggjársdag. Hann gekk runt í Norðragøtu og floytaði og rópti eftir hundinum, men har var eingin hundur at finna.
Síðani komu alt fleiri fólk upp í leitingina, og leygardagin teknaðu eini 150 fólk seg til skipaðu leitingina umframt at onnur eisini leitaðu.
- Eg veit sjálvur, hvussu stóran týdning hundurin hevur fyri meg, men tað kom óvart á meg, at fólk eisini vistu tað, og at so mong vildu hjálpa til at leita. Eg eri sera takksamur og glaður fyri alla hjálp, sum eg havi fingið, sigur Uni Rasmussen.
Og ikki minst kann hann fegnast um, at hundurin varð funnin aftur í øllum góðum.









