Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Christian Lamhauge Holst, sum ikki spælir fótbólt longur, starvast í dag sum lærari á einum ítróttareftirskúla stutt uttan fyri Keypmannahavn.
Í februar var Christian Lamhauge Holst í Føroyum og fortaldi um skúlan, og um vikuskiftið eru seks ungir føroyskir dreingir komnir niður til Danmarkar, har teir skulu ganga á Holbæk Sportsakademi tað næsta árið.
Christian Lamhauge Holst er bæði glaður og ovfarin av, at undirtøkan úr Føroyum hevur verið so góð.
- Eg haldi at tað er super feitt at tað koma seks føroyskir fótbóltsdreingir á okkara akademi í Holbæk. Eg fór til februar í februar í vón um at ein ella tveir dreingir fóru at koma á eftirskúlanum, og at tað so byrja seks leikarar er bæði yvirraskandi og deiligt.
Á akademinum í Holbæk hava tey eina vón um, at skúlin við tíðini fer at vera internationalur. Tí hugsaði Christian Lamhauge Holst at tað var upplagt at byrja í Føroyum við at fáa fólk til skúlan uttanifrá.
- At fáa leikarar á okkara akademi sum eru aðrastaðni frá enn bara Holbæk og har umleiðir, gevur nakað eyka til skúlan. Við tíðini ætla vit at vera meira og meira internationalir, og við mínari fortíð á føroyska landsliðnum, var tað upplagt at byrja í Føroyum. Vit hava eisini grønlendarar, og vilja við tíðini eisini gjarna fáa íslendingar, amerikanarar, kinesarar og so víðari at koma á eftirskúlan.
Christian Lamhauge Holst heldur, at ungu føroysku dreingir koma at fáa nógv burturúr við at fara á ítróttareftirskúlan í Holbæk.
- Vit á skúlanum halda, at vit kunnu geva dreingjunum eina rúgvu uppá eitt skúlaár. Teir vilja royna at vera avbjóðaðir á fótbóltsvøllinum við seks venjingum um vikuna á høgum stigið. Vera trenaðir av góðum og vælútbúnum venjarum, og hava fysioterapeut, mentalan venjara og fysiskan venjara knýttan at.
- Harafturat fara dreingirnir eisini at vaksa nógv sum menniskjur. Teir flyta heimanifrá og skulu læra at klára seg sjálvar – læra at velja tey røttu valini uttan foreldrini, sum eg haldi vera ógvuliga sunt fyri teir.
Teir seks føroysku dreingirnir sum eru byrjaðir á eftirskúlanum eru Jens Erik Lunell Bruhn, Jens Eysturoy Mogensen, Eliesar Clementsen, Danial Suma Poulsen, Ari í Haraldsstovu Petersen og Brandur Heinesen.