Overvað net um høgtíðina

Fartelefonnetið hjá Føroya Tele varð overvað um høgtíðina. Hetta hevði við sær, at sms-boð vórðu send umaftur og umaftur

Um høgtíðina vóru tað fleiri, sum høvdu trupulleikar av sms-boðum og fartelefonunum. Tað kom fyri hjá nógvum, at eini sms-boð vórðu send fleiri ferðir upp í saman. Nøkur millum 20 og 40 ferðir.
Richard Mortensen, marknaðarleiðari á Føroya Tele, sigur, at bæði jóladag og nýggjársaftan/nýggjársmorgun vóru stórir trupulleikar við netinum, tí tað var overvað.
? Maskinurnar megnaðu ikki at fylgja við øllum aktivitetinum, men ongin kemur at gjalda nakað eyka fyri tey sms-boðini, ið vórðu send ov nógv, tryggjar Richard Mortensen kundarnar um.
Goldið verður tískil bert fyri tað eina boðið, og ikki fyri tey 20-40, sum eru móttikin í hinum endanum.
Føroya Tele fer at fáa eina nýggja sms-støð í januar mánaði, og hon kemur væntandi at loysa allar trupulleikarnar hjá stovninum viðvíkjandi sms-boðum.