Overufegin Ancelotti

- Fáur – um nakar – hevði roknað við okkum í ár, men hetta er størsti sigurin, vit nakran tíð hava vunnið. Soleiðis segði Carlo Ancelotti, Milan-venjari, tá teir í gjárkvøldið høvdu bast Liverpool í Champions League finaluni. – Hetta var eisini ein týdningarmikil sigur fyri italskan fótbólt. Gølan í fjør setti djúp sár í so máta, men vónandi kann sigurin hjá okkum vera við til at lekja hesi sár, segði Ancelotti.