Overgaard leingir við AB

AB hevur á heimasíðu sínari boðað frá, at felagið hevur longt sáttmálan við Morten Overgaard, sum í fjør var ein av grundstuðlunum í verjupartinum. Hóast AB flutti niður, so var lítil ivi um, at danski verjuleikarin væl og virðiliga hevur støði til Formula-bólt, og tí eru tey á Argjum sjálvandi fegin um, at nýggjur sáttmáli er komin upp á pláss.