Fótbóltur
Sir Alex Feguson hevur roynt opg vunnið meira enn flestu aðrir venjarar. Eftir 10. meistaraheitið við Manchester United var smílið sjálvandi stórt, men hóast talan hevur verið um eitt liðavrik gjøgnum árið, tosaði skotski venjarin fyrst og fremst um tveir av sínum monnum. Nevnliga Ronaldo og Ryan Giggs.
- Ronaldo hevur verið fantastiskur. At ein kantspælari fær 41 mál er púrasta sensationelt. Og tað var sjálvandi eisini fantastiskt hjá Ryan, at hann skuldi skora eitt so avgerandi mál í dystinum, sum hann javnar metið hjá Charlton. Kanska var tað bara lagnan, ið vildi tað so.
Bjørt framtíð
Talan er at kalla um triðja ættarliðið av Manchester United, sum Ferguson nú hevur leitt til tvey meistaraheiti á rað. Eisini hóast Giggs enn er felagsnevnarin millum meistararnar frá 1993 og 2008.
- Vinna vit eisini Champions League, mást tú seta hetta liðið á ovastu tindarnar í fótbóltssøguni. Og hetta er eitt komandi lið. Vanliga hava europiskir meistarar ein meðalaldur um tey 29, men vit hava hópin av ungum spælarum.
- Rooyney, Ronaldo, Tevez, Anderson, Nani og Fletcher eru allir ungir, og hava eina bjarta fótbóltsframtíð fyri sær. Men tú hevur eisini tørv á royndum spælarum. Spælarum sum Rayn Giggs, Paul Scholes og Edwin van der Sar. Tað eru slíkir, sum geva teimum ungu spælarunum møguleikan at mennast.
Men hóast bjørtu útlitini, so torir Sir Alex als ikki at siga, at hetta liðið fer at seta set eins tungt á ensku fótbóltstrúnuna, sum lið hansara gjørdi í 90’unum.
- Eg rokni við, at Arsenal verða sera sterkir, og at Liverpool fer at styrkja sær um hópin við fleiri spælarum. Hvat Chelsea ger, veit eg ikki, men teir hava longu ein sera sterkan hóp. Everton hevur eisini gjørt stór framstig við David Moyes sum venjara, og Tottenham tekur seg støðugt fram, so eg eri vísur í, at vit ikki fáa møguleikan at dominera á sama hátt, sum vit gjørdu tá, segði Ferguson við ensku miðlarnar, tá gullið var komið til høldar.










