Ove verður í Klaksvík

Starvsnevndin í Klaksvíkar Ítróttarfelag vísir aftur tíndini, um nýggjan høvuðsvenjara, sum hava verið frammi miðlunum seinastu dagarnar.
- Vit kunnu bara váta at vit hava avtalu við Ova Flindt Bjerg, sum høvuðsvenjara í felagnum komandi ár, og tað eru vit sera fegin um, sigur formaður felagsins, Gestur Hovgaard við Norðlýsið.
Samstundis stendur starvsnevndin óskiljandi yvir fyri teimum leysatíðindum, sum hava verið i seinstuni, tí sum sagt so er høvuðsvenjaraspurningurin avgjørdur fyri langari tíð síðan.