Venjarin hjá Esbjerg, Ove Pedersen, er givin sum venjari hjá jútska felagnum. Tað er hann sjálvur, sum bað um fund við leiðsluna, og er givin frá degi til dags. Tvey tap á heimavølli í tveimum teimum fyrstu dystunum var meira, enn Ove Pedersen táldi. Hann er frá dego til sags givin sum venjari hjá Esbjerg fB.
EfB og Ove Pedersen eru eftir áheitan frá Ove Pedersen samd um at gevast við samstarvinum, og Ove Pedersen leggur frá sær alt fyri eitt sum venjari í Esbjerg fB. Ove Pedersen og EfB fara í komandi vikum at avvikla sáttmálaviðurskiftini, skrivar felagið á sínari heiimasíðu.
Jess Thorup loysir Ove Pedersen av sum venjari, og er fyribils settur fram til 30. Juni, skrivar Tipsbladet.










