Vit minnast Ova við virðing og takksemi. Hann var tann, hann var. Ein suðringur, sjarmerandi, skemtingarsamur og altíð við tí góða orðinum.
Blaðungur giftist hann Marjuni, trýmenningi mínum. Tey fingu fýra børn, hvørt fittari enn annað, Jan, Boga, Rannvá og Poul.
Eg fekk heiðurin at gerast gumma at fyrstafødda, Jan, og hava vit havt eitt sera gott og tætt samband alla tíðina og hava tað framvegis. Sama góða samband hava vit við hini børnini, og ikki minst við abbabørnini – øll somul, bæði tey, sum búgva her á landi og uttanlands. Sama ger, hvussu langt er ímillum, at vit síggjast, sama vinalag og kærleiki, og vit tosa saman, sum var tað í gjár, vit hittust seinast. Tað fegnast vit um her.
Ove hevur verið okkum ein góður granni í meira enn tríati ár, altíð góður at heita á og eisini bara at práta við. Tað kom óvart á okkum øll, at Ove gjørdist so sjúkur fyri umleið tveimum árum síðani, men vit væntaðu øll, at hann fór at koma seg aftur, tí hann var jú uttan fyri hvønn dag. Vaskaði bilin, hampaði um túnið, sló grasið, fór ørindi o.s.fr. Tað tóktiskt eisini fyrr í ár, sum var hann um at koma seg aftur, kanska vildu vit ikki síggja veruleikan, men so við og við sóu vit, at hann orkaði ikki tað sama, sum fyrr. Men hann bardist! Hann kempaði! Alla æru vert !
Manga góða løtu hava vit havt saman, bæði í álvara og gaman, men mest í gaman. Ove var kvikur eftir gittaranum og munnhørpuni - spældi onkran góðan, og so sungu tey duett – Marjun og hann - tey vóru ring at taka - tey leveraðu vøruna, sum man sigur !
Ove var góður við síni, men ikki bert við síni, eisini okkum onnur – og tað vísti hann eisini í gerningi. Hann var góður við okkara børn, og tey við hann.
Men næst stóðu honum kona, børn og ikki minst abbabørn, hann var bæði glaður um tey og ikki sørt errin av teimum. Og tað var ikki løgið, tí so fitt og skilagóð abbabørn átti fáur sum hann. Øll líka fitt, kerlig og fólkalig, og vit fegnast um, at tey ofta bara detta inn á gólvið.
Ove var álitisfólk. Har hann var, var hann heilur, ongantíð bara hálvhjartaður. Hann var HB-ari um ein háls! Hann stuðlaði liðnum, bæði tá tað gekk væl og ikki minst, tá tað gekk minni væl. Sama hjá Shell á Frælsinum í mong ár –heilhjartaður og beinasamur.
Seinasta tíðin hjá Ova var trupul. Hann sá sjálvur, hvønn veg tað bar. Ikki gekk, sum hann hevði vónað, men hann sá støðuna í eyguni – fjaldi onki. Ikki gramdi hann seg, men hann tosaði opið um tað heila – tað hjálpti eisini okkum, ið stóðu honum nær. Tað gleddi hann at hava alla familjuna um seg seinastu dagarnar. Hann var klárur til tað seinasta og avkláraður við støðuna, men sjálvandi vildi hann ynskt at sloppið at sæð abbabørnini vaksa til, ikki minst nú lítla abbadóttirin kom heim at heilsa upp á abban, bert tveir mánaðar gomul. Tíverri vildi lagnan tað øðrvísi, men vit vita, at øll abbabørnini fara at minnast hann, sum tann hann nú einaferð var, ein góður og stuttligur abbi, sum bara vildi øllum tað besta.
Vit í grannalagnum fara eisini at minnast Ova sum ein góðan vin og granna. Saknur verður í honum.
Vit drýpa høvur í sorg við tykkum, sum stóðu Ova næst. Harrin styrki okkum øll.
Gleðilig jól.
Friður veri við minninum um Ova.
-----------------------------
Ella v.húski