Tað er júst ein mánaði í dag, síðan ovasti generalurin hjá russisku herdeildunum í Ukraina, 68 ára gamli, Valerij Gerasimov, seinast varð sæddur alment. Nú verður gitt um, hvørt hann møguliga hevur latið lív í einum ukrainskum álopi á eina kommandostøð á Krim-hálvoynni.
Áður hava søgur um, at Valerij Gerasimov og aðrir russiskir leiðarar vóru deyðir í álopum, verið falskar, og sjálvur hevur Gerasimov áður verið burtur úr eygunum hjá almenninginum í longri tíðarskeið.
Sambært Verdens Gang meta serfrøðingar, sum heimasíðan hevur skift orð við, at møguleikin fyri, at generalurin er deyður, er 50 prosent, men hetta fer Kreml ongantíð at viðganga, um tað so er veruleikin.
Hin 29. desember í fjør skrivaðu Komsomolskaja Pravda og aðrir russiskir miðlar, at Valerij Gerasimov handaði heiðursmedaljur til hermenn, sum høvdu verið við í bardøgum um býin, Marinka í Donetsk-regiónini í Ukraina.
Leingi hevur ljóðað, at generalurin møguliga læt lív í einum ukrainskum rakettálopi á Krim-hálvoynna.
Russiskir myndugleikar hava ikki gjørt viðmerkingar til uppáhaldið, og alment hava myndugleikarnir í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, heldur ikki sagt nakað ítøkiligt um, at Valerij Gerasimov læt lív í álopinum á kommandostøðina.
Heimasíðan, sum kallast Visegrad 24, skrivaði eftir ukrainska álopið á Krim hin 4. januar, at 23 russiskir hermenn lótu lív í álopinum á sonevndu Saky-støðina, harav fimm vóru heryvirmenn á høgum stigi.
- Tað er trupult at siga, um generalurin er á lívi ella ei, sigur danin, Jacob Kaarsbo, sum er greinari og fyrrverandi starvsmaður í fregnartænastuni hjá donsku verjuni.
Hann heldur, at tað, sum kann tala fyri, at Gerasimov møguliga er deyður, er, at víst verður til eitt ítøkiligt álop, har generalurin hevur verið.
- Hinvegin hava nógvar søgur gingið um leiðarar í Russlandi, sum ikki passaðu. Tað er heldur ikki óvanligt, at generalurin ikki hevur verið sæddur alment í longri tíðarskeið.
Jacob Kaarsbo vísir á, at eftir eitt ukrainskt álop í Donbas í 2022 varð eisini sagt, at Gerasimov var deyður.
Verdens Gang veit at siga, at russiski verjumálaráðharrin, Sergej Sjojgu, var at síggja alment hin 12. januar, tá hann vitjaði eina rakettverksmiðju í Moskva, men myndir frá vitjanini vísa ikki, at Valerij Gerasimov var við til hetta tiltak.
Umrøddi generalurin, sum stendur á odda fyri russisku herdeildunum í Ukraina, verður roknaðu sum triði maðurin í røðini, tá ræður um russiska herin - eftir Vladimir Putin, foseta og Sergej Sjojgu, verjumálaráðharra.
Amerikanski hernaðargreinarin, Jan Kallberg, sum eitt nú er knýttur at The Center for European Policy Analysis, skrivar á X, fyrrverandi Twitter, at hann so smátt er farin at halda, at Valerij Gerasimov kann vera deyður.