Morgunin var illur, men sum leið út á fyrrapartin fjaraðu skíggini burtur, og nú skínur sólin av tí allarbjartasta.
Um eina løtu verður Ovastevnan sett av borgarstjóranum í kommununi, Heðin Mortensen, og tað fer at henda í sólskini, so sum flestu veðurkort hava spátt.
Her, fimtan minuttir áðrenn setanina, skínir sólin oman og niðan, og fólk eru í góðum lag.
Portalurin fer at siga frá Ovastevnuni 2011, soleiðis sum hon fer fram.









