Skráin byrjaði í veruleikanum longu hóskvøldið, tá sangleikurin »Kongsdóturin í Nólsoy« verður frumspældur á flakavirkinum. Fríggjamorgunin byrjar so veruliga skráin.
Dagurin í dag er stóri dagurin, sum byrar við morgundyppi á Malarenda. Rennikapping verður og eitt nú kann ein uppliva frásøgn um matmentan »Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava«. Fleiri konsertir eru og tiltikna svimjingin um Nólsoyarfjørð verður tíðliga seinnapartin.
Í morgin er skráin meira avslappandi, men tiltøkini halda fram mánadagin og endað verður við kabarettini »Closed« í Royndarhusinum.
Skráin fyri restina av ovastevnuni niðanfyri:
Leygardagin 12. august
09:00 Matvørubúðin er opin til kl. 20:00
10:00 Morgundypp á Malarenda
10:30 Morgunsangur í kirkjuni við Emil Olsen, stiftspresti
11:00 Rennikapping úti á Veg fyri børn og vaksin, heiðursmerkjahandan aftaná
11:00 Heimavirkið er opið til á miðnátt, tó er stongt millum kl. 13 og 15
11:30 »Frá siðbundnari matmentan til Maud’sa køkshava«. Uttanfyri hjá Maud
12:00 Grýturætturin hjá Maud fæst til keyps á keiini
12:00 Pylsuvognurin á keiini er opin til kl. 04:00
##med2##
12:30 »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum
13:00 Ljómur og Vágakórið v/Benjamin Gaasedal hava konsert í kirkjuni
13:00 Kunningarstovan / Neystkafé er opin til kl. 20
13:00 Maggie’s er opið til kl. 03:45
13:45 Svimjing um Nólsoyarfjørð – fyrsti svimjarin væntast í Nólsoy uml. kl. 15:00
14:00 Karlot Hergeirsson setir stevnuna á keiini, Havnar hornorkestur spælir
14:30 Listaframsýning í gamla pakkhúsneystinum
14:30 22B á Glasi hevur café í erva í Avhaldshúsinum
14:00 7D biografur úti á Veg, kostnaður 50 kr.
15:00 Bygdasavnið við Brunn er opið til kl. 18:00 – kostnaður 50 kr.
15:00 Barna- og familjutiltak á Malarenda
15:00 Barnabasarur – børn selja úti á Veg
15:00 Tarira hevur konsert í kirkjuni, Bernharður Wilkinson stjórnar
15:00 Tjaldið á keiini er opið til kl. 03:45
15:00 Spæliplássið á Látrinum er opið til kl. 18:00
15:00 Ræstkjøtaburgarin fæst til keyps úti á Veg
15:00 Boing-bóltar á Mýrini
16:00 »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum
16:00 Fuglafjarðar sangkór hevur konsert í kirkjuni, Heðin Kambsdal stjórnar
16:30 Barnaundirhald á keiini – gyklarin Ásbjørn
17:00 Frelsunarherurin hevur útimøti á keiini
17:00 Tórshavnar manskór hevur konsert í kirkjuni, Hanus Joensen stjórnar
18:00 Heiðursmerkjahandan til svimjarar á keiini
18:00 Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.
18:00 Kórhugnaløta undir Botnagarði, vit syngja úr »101 kórsangur«
19:00 Herborg Torkilsdóttir, tónleikaframførsla á keiini
20:00 Kabarettin “Closed” í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.
20:00 Kim Hansen, spælir á Maggie’s, ókeypis atgongd
21:00 Maria og Ronny, tónleikaframførsla á keiini
22:00 Felagssangur við fylgispæli á keiini
23:00 Signar í Homrum og ROX spæla í tjaldinum á keiini
23:00 Føroyskur dansur í Avhaldshúsinum
23:00 Dansur í Royndarhúsinum við Martini Sømark og Finni S. Olsen, 100 kr.
##med3##
Sunnudagin 13. august
12:00 Guðstænasta við Anne Mette Greve Klemensen, presti.
14:00 Kunningarstovan / Neystkafé hevur opið til kl. 17:00
15:00 Maggie’s er opið til kl. 23:45
18:00 »Kongsdóttirin í Nólsoy«, sangleikur framførdur á flakavirkinum
20:00 Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.
Mánadagin 14. august
13:00 Kunningarstovan / Neystkafé er opin til kl. 16:00
13:00 Matvørubúðin er opin til kl. 17:30
13:00 Maggie’s er opið til kl. 23:45
14:00 Heimavirkið er opið til kl. 17:00
19:00 Kabarettin »Closed« í Royndarhúsinum, atgongumerki 150 kr.