Flestu av nevndarlimunum í nýggju ovastevnunevndini hava royndir frá øðrum nevndum, men eingin teirra hevur roynt nakað so stórt áður.
- At skipa fyri ovastevnu er nakað heilt serligt fyri okkum øll, og tí valdi nývalda nevndin at taka eykalimirnar við í nevndararbeiðið beinanvegin. Tí hava eisini Heidi Pedersen og Karlot Hergeirsson verið við í øllum arbeiði hjá nevndini frá byrjan.
Tað sigur Ann-Mari av Skarði, forkvinna í nýggju ovastevnunevndini, sum skipar fyri ovastevnu í ár.
Og tað er sjálvandi nógv at hugsa um, tá ein er nýggjur í vási, men sjey heilar skuldu - at annað líka - kunnað hugsa betri enn fimm.
- Umframt vanliga nevndararbeiði, hava vit eisini havt tveir bygdarfundir, har fitt av fólki hevur verið savnað, og tað hevur eisini verið gevandi. Har eru fleiri hugskot komin, og fleiri hava bjóðað sær at staðið fyri ymsum tiltøkum, sigur Ann-Mari av Skarði.
Tað er fyrst og fremst nevndin sjálv, sum stendur fyri tiltøkunum á ovastevnu, men ávís fólk standa tó á odda fyri nøkrum teirra.
- Har kann nevnast Ulla Hamershaimb Debess, sum stendur fyri allari útskeinking og Evy Toftegaard Nielsen, sum er trygdarsamskipari, leggur hon aftrat.
Í ovastevnunevndini sita Ann-Mari av Skarði, forkvinna, Leif Hansen, Tjóðhild Patursson og Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard.
Haraftrat eru Heidi Pedersen og Karlot Hergeirsson, ið eru vald sum eykalimir, men hava verið við frá byrjan.
Ovastevna verður hildin í Nólsoy í døgunum 14.-16. august.