Ovasta politiska leiðslan skal vera limur í fólkakirkjuni

Jógvan við Keldu, tinglimur fyri Fólkaflokkin, er fullkomiliga samdur við dómpróst, Bjarna Bæk, um, at ovasta politiska leiðslan, sum varðar av fólkakirkjuni, eigur at vera limur í fólkakirkjuni

Í sendingini 62 Norður í Útvarpinum í gjár, segði dómpróstur Bjarni Bæk, at tað mátti vera eitt krav, at ovasti politiski leiðslan, sum varar av fólkakirkjuni, eigur at vera limur í henni eisini.
- Tann, sum hevur politisku ábyrgdina av einari yvirtiknari fólkakirkju, má eisini vera limur í fólkakirkjuni, tí annars syndrast kirkjan, segði Bjarni Bæk, dómpróstur.
Hetta er eitt sjónarmið, sum Jógvan við Keldu, tinglimur fyri Fólkaflokkin, er fullkomiliga samdur í.
– Eg eri púra samdur við dómpróst í, at ovasta politiska leiðslan eigur at vera limur í fólkakirkjuni. Tað er mín persónliga meining, sigur Jógvan við Keldu.

Limur í kirkjuni og ateist?
– Men hvat nú, um tann landsstýrismaðurin ella løgmaður, sum hevur ábyrgd av kirkjuni og er limur í henni, brádliga sigur seg vera ateist, spyr Jógvan við Keldu?
Hann vísir á, at tað er bara limurin sjálvur, sum kann melda seg úr kirkjuni. Hesin kann saktans vera limur í kirkjuni, men samstundis siga vera ateist ella okkurt annað, og so hava vit ein trupulleika, heldur Jógvan við Keldu.
– Og hetta er ein trupulleiki, sum má greiðast áðrenn kirkjan verður yvirtikin, sigur hann.

Sleppa undan stríði
Jógvan við Keldu sigur, at hann heldur at løgmaður átti at havt evstu politisku ábyrgdina fyri fólkakirkjuni. Men skal tað so vera eitt krav, at løgmaður meldar seg sum lim í kirkjuni, um hann ikki er tað frammanundan?
– Nei, tað skal tað ikki. Er tað soleiðis, at løgmaður ikki er limur í fólkakirkjuni, so verður ábyrgdin av kirkjuni latin landsstýrismanninum í Mentamálum, ella onkrum øðrum landsstýrismanni, sigur Jógvan við Keldu.
Við at politiski myndugleikin við ábyrgd av kirkjuni er limur í henni, slepst undan mongum ivamálum, tá stríðsmál stinga seg upp, metir Jógvan við Keldu.
– Tað vísir seg, at tað mesta í Føroyum endar í stríði, men við hesum slepst í hvussu so er undan stríðnum uttan um, heldur Jógvan við Keldu, ið sipar til, at tað er skjótt at seta spurnartekin við ovastu politisku leiðsluna, ið varar av fólkakirkjuni, um viðkomandi ikki er limur í henni eisini.