Í dag er tunnusláttur í Sumba.
Sumba er føstulávintsbygd burturav. Nógv verður gjørt burturúr á føstulávint í Sumba. Sumbingar byrja væl áðrenn at fyrireika seg. Klæðini við eyðkenda silkibandinum og rósuni, verða tikin fram og gjørd klár, og nógv fólk leita sær til Sumbiar í hesum døgum.
Hetta veit Suðurrás at siga.
Sumbingar byrja tíðliga um dagin at sláa tunnu. Møtt verður í Dansistovuni kl. 12.30 og byrja verður at sláa kl. 13.00. Kvinnur og menn hava hvør sína tunnu. Tunnurnar eru væl styrktar, so tað tekur eina góða løtu at sláa. Vanligt er at taka ein steðg og kvøða seg heitar í Dansistovuni. Í ár eru 140 fólk, sum hava melda seg til at sláa og tað er óvanliga nógv.
Sumbingar eru í eyðkendum búna, tá teir sláa tunnu. Hvít skjúrta við flagglittum silkibandi um bringuna og rósu, kasjett á høvdinum og myrkar buksur. Ymiskt er frá familju til familju um rósan situr á høgru ella vinstru síðu. Flestu gassarnar eru flagglittir og hvør maður og kvinna hevur sín gassa við.
Um kvøldið er borðhald í Samkomuhúsinum fyri yvir 200 fólkum og dansur aftaná. Kim Hansen og Jákup Veyhe undirhalda. Í ár spælir Hallur Joensen til dans.











