Hallur Danielsen, sum aftur hesaferð spældi á bakkinum hjá HB, var sum vera man fegin um, at tað loksins eydnaðist at fáa stig á útivølli. Men gleðin var tó ikki treytaleys, tí enn heldur hann, at tað eru lutir, sum teir á liðnum mugu gerast betri til.
- Eg haldi ikki, at talan hevur verið um nakað útivallar-kompleks hjá okkum. Hyggur tú at tølunum, so eru vit helst tað liðið, sum hevur skorað mest á útivølli, so tað er ikki har, at trupulleikin liggur. Heldur hevur tað verið, at vit hava verið alt ov sárbærir við deyðbóltum, og hava kostað okkum mál í nærum øllum dystum. Tað ger tað eisini í dag, og tað er sjálvandi eitt sindur harmiligt, men tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða við. Tað merkist sjálvandi, tá menn sum Rógvi og Símun ikki eru við longur, og vit hava altso ikki ein so breiðan hóp, at vit uttan víðari kunnu seta menn í terra stað, heldur Hallur.
Men tá hetta er sagt, so heldur HB-veteranurin kortini, at tað hevur verið á eini leið hjá teimum higartil í ár.
- Tað gongur miðvíst framá, haldi eg. Og vit liggja jú har, sum vit vilja liggja. Sjálvur haldi eg tó, at vit enn kunnu spenna okkum nakað afturat, og ikki minst er tað positivt, at teir ungu hava tikið ábyrgd á seg. Tað var kanska opni spurningurin hjá okkum undan árinum, men tað hevur so víst seg at fingið væl, hóast vit hava mist fleiri lyklaleikarar, heldur Hallur.