Ov vánaligir VHF’ar

MRCC skrivar á heimasíðu sínari, at tað ofta kemur fyri, at VHF’urin hjá útróðrarbátum ikki riggar nóg væl

 

Tíðin fyri útróður á Norðhavinum stendur nú fyri framman, og lítil ivi er um, at fleiri útróðrarbátar tá fara at troyta hetta miðið.

 

Vørn skrivar á heimasíðu sínari, at hetta eisini inniber uppgávur til vaktarskipini, sum javnan sleipa bátar bátar til lands.

 

Tað er tó ein trupulleiki, at samskiftið ofta verður darvað av, at VHF-sendararnir umborð á summum bátum ikki riggar nóg væl.

 

- Tað kemur ofta fyri hesa tíðina, at smábátar hava brúk fyri sleipi ella aðrari hjálparveiting frá vaktarskipunum. Men tíverri kemur tað ofta fyri, at VHF’urin hjá bátunum ikki riggar, ella hoyrist nóg væl. Bátarnir fáa tá hvørki samband við Tórshavn Radio ella vaktarskipini á VHF'inum og tað darvar samskiftinum illa, skrivar Vørn á heimasíðuni. Óli Hans Olsen, skipari á Brimli, heitir á tey, sum fara á sjógvin, um at eftirkanna VHF'in við at rópa á Tórshavn Radio, áðrenn farið verður avstað.  - Tað er ókeypis at rópa á Tórshavn Radio til eina radioroynd, so tað vil eg heita á bátar at gera við jøvnum millumbilum, sigur Óli Hans Olsen við heimasíðuna.