TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr fjepparaprátið, sum var gjørt við kenda Víkinga-fjepparan, Rúna Klein Joensen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2 fyrr í dag.
Í endanum av samrøðuni hevði Rúni Klein Joensen eina bersøgna eftirmeting av dømingini í effodeildini tann fyrsta triðingin av kappingarárinum. Rúni Klein Joensen nevndi eingi nøvn, og legði ikki persónliga eftir nøkrum, men legði eftir sjálvari dømingini, sum hann heldur hevur verið alt ov vánalig fyrsta triðingin av kappingini.
Rúni Klein Joensen heldur, at dómararnir eru næstan útgjørdir, sum Rambo, tá hann fór í kríggj á sinni, og eru væl útgjørdir við spraydunkum og sendarum, men samstundis hava teir ikki fokus á tað teir skulu gera fyrst og fremst á vøllinum.
Í samrøðuni verður eisini tikið samanum fyrsta triðingin av kappingarárinum hjá Víkingi, umframt avrikið ímóti B36 í dag.