Ov tíðliga fødd mugu síggja foreldrini

Kanningar í Noregi vísa, at børn, ið eru fødd ov tíðliga hava stóran fyrimun av at síggja nógv til foreldrini hjá sær Fyrr børn og foreldur eru saman, jú skjótari læra børnini og foreldrini at samskifta. Kanningarnar vísa millum annað, at foreldrini duga nógv betri at reagera upp á tørvin hjá børnunum, um tey hava verið við í menningini hjá barninum frá tíð fyrstu tíðini eftir, at barnið er føtt. Kanningini vísti eisini, at genturnar mennast skjótari enn dreingirnir, og hava eftir einum árið nógv betri samskiftisevnir enn dreingirnir um sama aldur. Kanningin var gjørd fyri øll børn, ið vigaðu undir 2000 gramm í Norðurnoregi frá 1999 til 2002. Talan er um 140 børn. At samanbera við eru eisini 75 børn, ið vóru fødd til tíðina í sama øki.