Tað er eingin loyna, at tað eru toppdystirnir, sum hava kostað NSÍ eina plasering heilt frammi í oddinum. Móti HB, B36 og B68 eru bert tvey stig komin til høldar, og tó at tey flestu av ætlaðu stigunum eru fingin ímóti hinum, so hevur stigamissurin í toppinum verið ov stórur. Ikki minst, tí talan tá ofta hevur verið um sokallaðu seks-stiga dystirnar.
Eftir dystin móti B36 fingu vit orðið á Jens Martin Knudsen, og hann var eisini skótur at staðfesta, at hann og liðfelagarnir høvdu verið ov stuttir.
- Vit kunnu so í øllum førum staðfesta, at vit ikki verða meistarar í ár, og orsøkin er eingin loyna. Vit hava snøgt sagt ikki verið nóg góðir, tá stóru dystirnir hava verið á skránni, og tað hava vit ikki ráð til.
Tá tú sigur nóg góðir. Hugsar tú tá um tað leikliga, ella er tað eisini um sálarliga partin av spælinum?
- Tað vil so altíð vera ein blanding av báðum. Men tekur tú dystin í dag, so eru teir hjá B36 munandi meira effektivir. Teir skora, tá teir hava møguleikan til tað, og tað er so sanniliga eisini ein dygd, heldur málverjin.
Á rættari leið
Men hóast omanfyristandandi útsøgn, so tykist Jens Martin Knudsen bjartskygdur, tá tosað verður um framtíðina og møguleikan fyri, at NSÍ aftur næsta ár kann blanda seg í oddinum.
- Akkurát nú eru vit sjálvandi vónbrotnir. Vit hava havt møguleikan í ár, men tað gekk so ikki. Men hinvegin, so vita vit av, at hetta er nakað, sum tekur tíð. Felagið hevur sett sær sum mál at etablera seg í oddinum, og tað er ikki nakað, sum gerst eftir einum ári. Vit eru í øllum førum á rættari leið, og fyrr ella seinna, so fer tað at bragda, sigur Jens Martin Knudsen at enda.