Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, almannakunngjørdi í gjár ætlaðu royndaruppboðssøluna, har ætlanin er at selja ein avmarkaðan part av føroysku fiskakvotuni á uppboðssølu.
Samstundis sum nýggja skipanin verður roynd, hevur sami landsstýrismaður sett ein bólk av serfrøðingum, ið skulu gera ein nýggja fiskivinnuskipan. Ikki óvæntað varð nevndin biðin um at koma við sínum íkasti til royndaruppboðssøluna, men formaðurin í nevndini, Johnny í Grótinum, harmast um, at skotbrái var so stutt.
- Vit fingu at vita, at ætlanin var at gera eina royndaruppboðssølu, og vórðu spurd eftir eini lýsing av møguleikum. Men vit meldaðu aftur sum nevnd, at vit mettu ikki, at vit kundu, við so stuttum skotbrái, gera nakað neyvt tilmæli um hvussu hon skuldi skipast, sigur Johnny í Grótinum.
Nevndin hevði kortini nakrar viðmerkingar, ið vórðu tiknar við í endaliga uppskotið.
- Vit vístu meira yvirskipað á, at um man ynskti at fremja eina nýskipan bygd á eina marknaðargrundaða skipan, so var ynskiligt, at man royndi fleiri skipanir í uppboðssøluni. Tað er eisini komi við í arbeiðið.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, segði fyrr í dag við in.fo, at nevndin skal á ongan hátt ábyrgdast fyri hvussu royndaruppboðssølan eydnast. Formaður í nevndini leggur eisini dent á, at tey gjørdu greitt, at tey einans ráðførdi í hesum máli.
- Vit boðaðu frá, at vit ikki ynsktu at vera tey, ið smíðaðu hesa lógina, men einans komu við nøkrum viðmerkingum, ið tey kundu taka atlit til. Harnæst var eisini eitt ynski, at vit vórðu hoyringspartur til uppskotið, og tað ynskið er eftirlíka, sigur Johnny í Grótinum.