Tað er alt ov stutt millum bretskar politikararnar og bretsk fjølmiðlafólk, og hetta má broytast. Tað heldur í hvussu er David Cameron, forsætisráðharri.
Í einari hoyring í London fyrr í vikuni segði Cameron, at tað er neyðugt at gera reglur um, hvussu tætt sambandið kann vera millum politikarar og fjølmiðlafólk. Hann segði, at bløðini noyðast at herða framferðina, um tey skulu standa seg í kappingini við sjónvarpið, samstundis sum politikararnir noyðast at rópa harðari, um fólk skulu hoyra teir.
-At spyrja politikarar, hvat teir halda um tíðindaflutningin, er sum at spyrja bóndan, hvat hann heldur um veðrið. Teir eru ongantíð nøgdir, segði David Cameron.