Ov stirvn­ar læk­na­vátt­anir

Læknaváttanir og sjúkra­meldingar eru ov stirvn­ar
Før­oya Arbeiðs­gev­ar­a­fel­ag hevur leingi ver­ið av tí fat­an, at skip­an­in við sjúk­r­a­meld­ing­um og lækn­a­vátt­a­num, soleiðis sum vit kenna hana í dag, er ov stirvin, sigur Vinn­u­húsið.

Skipanin hevur við sær, at hin sjúki verð­ur sjúkrameldaður fulla tíð og skal heim, með­an arbeiðsgevarin knapp­liga stendur og mangl­ar ein týdningarmiklan part av arbeiðsmegini.
Ofta hava bæði starvs­fólk og ar­beiðs­geva­ri áhuga í at finna liðili­g­ari loysnir, men í dag er í praksis sjálvdan nak­ar millumvegur.
Í londunum kring okk­um er vanligt við meiri liðiligari skipan­um, har arbeiðsgevarin kann krevja at fáa eina lækn­avát­t­an, sum ná­grein­i­liga sig­ur, hvørjum slag av ar­beiði, starvs­fólk­ið er sjúkr­a­meldað frá. Arbeiðsgevarin kann í samráð við starvsfólkið á henda hátt finna eitt starvsøki, sum pass­ar til starvsfólkið, inntil tað er frískt aft­ur. Henda skipan er gagn­lig bæði fyri ar­beiðs­gevara og starvsfólk, tí tað er ein sannroynd, at tá starvsfólk fyrst eru farin heilt av ar­beiðs­markn­að­inum, er trupult at koma inn aftur.
Í einum samfelagið har tað sum frá líður fara at mangla fólk at lyfta byrðuna á ar­beið­s­markn­að­i­num, er tað eisini av al­stór­um týdningi, at all­ar skip­anir byggja uppundir, at til ber at vera á ar­beiðs­markn­a­ði­num sum longst. Tí mælir Føroya Ar­beiðs­gev­ara­fel­ag ­til, at politiski myndug­leikin tekur henda trupulleikan við sjúkr­a­meldingum í álv­ara, og fær sett í verk eina meira liðiliga skipan.