Ov stórur munur á oljuprísinum

Føroya Reiðarafelag sigur, at tey skip, sum hava møguleika at landa uttanlands, fáa sama prís, sum teir, ið fiskiskipaflotin kappast við. - Men heimaflotin líður undir hesum, og tað er óskiljandi, at hesin munur skal halda fram, sigur felagið

Olja

 

Á síni heimasíðu ger Føroya Reiðarafelag enn einaferð vart við, at ov stórur munur er á bunkringarprísinum á olju í Føroyum og uttanlands.

- Í dag kostar ein litur av olju til skipini 2,84 krónur í Føroyum og sami litur kostar 2,28 kónur í Hirthals.

Felagið vísir á, at leygardagin kostaði ein litur av somu olju 2,47 krónur í Scrabster í Skotlandi.

- Hesin munur er alt ov stórur. Vit hava í longri tíð víst á, at vit kunnu ikki liva við einum so stórum muni á oljuprísinum, sigur felagið.

Felagið sigur, at tey skip, sum hava møguleika at

landa uttanlands, fáa tíbetur sama prís, sum teir, ið fiskiskipaflotin kappast við.

- Men heimaflotin líður undir hesum, og tað er óskiljandi, at hesin munur skal halda fram.

Føroya Reiðarafelag vísir á, at tá oljuprísurin fall so ógvusliga, søgdu oljufeløgini, at prísurin var kollapsaður, og tey høvdu ongan møguleika at fylgja við.

- Nú er prísurin hækkaður aftur rundan um okkum, og nú roknaðu vit við, at okkara prísur fór at standa í stað, men so er ikki. Tá vit kanna prísin, ringja vit til oljusølurnar í Føroyum og fáa ein prís upplýstan, og tað sama gera vit, tá vit kanna prísin aðrastaðni, sigur Føroya Reiðarafelag.