Ov stórt trýst á føðideildini

Tað er tað stóra arbeiðstrýstið á føðideildini, sum ger, at fleiri børn, sum eru fødd ov tíðliga, verða send til Danmarkar -Arbeiðstrýstið á føðideildini er alt ov stórt, tí tað eru ov fáir sjúkrarøktarfrøðingar á deildini, sigur formaðurin í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Vár í Gong. Avleiðingin er, at ov tíðliga fødd børn oftari verða flutt til Danmarkar á sjúkrahús.

Í vikuni fóru seks sjúkrarøktarfrøðingar á Føðideildini til fakfelagið hjá sær at kæra sína neyð um at tær arbeiða ov nógv. - Tær makta ikki at taka allar vaktirnar, sum eru á føðideildini, tí tær arbeiða alt ov nógv í mun til normtíðina. Um ein verður sjúk, verður tað bara verri fyri allar hinar, sigur Vár í Gong við útvarpið hjá Kringvarpinum.

-Fyrst og fremst skulu tær ikki arbeiða meira, enn hvat normtíðin sigur, uttan so at tær ynskja tað. Men eisini er tørvur á starvsfólki við serfrøði á føðideildini, so har mugu fleiri hendur til, sigur Vár í Gong.