Ov stórar sparingar í USA

Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, væntar minni búskaparvøkstur í USA enn fyrr mett, og grunnurin ávarar samstundis amerikonsku politikararnar ímóti at spara ov nógv, tí tað kann kvala búskapin.

IMF væntar, at búskaparvøksturin í USA verður 2,0 prosent í ár. Í teirri seinastu metingini, sum kom í apríl, var metingin 2,1 prosent. IMF sigur, at støðan í USA er rættiliga óviss, og grunnurin sigur, at stórar sparingar og skattahækkingar kunnu darva vøksturin í búskapinum.

Altjóða Gjaldoyragrunnurin heldur, at USA eigur at hækka skuldarhámarkið hjá tí almenna og at drála eitt sindur við sparingunum, so vøksturin ikki steðgar.