Ov stóran skund

Fíggjarmálaráðharrin í Slovakia, Pavol Rusko, hevði dekan ov stóran skund, tá hann nú um dagarnar var í grannalandinum Eysturríki. Á motorvegnum nærhendis býnum Linz staðfesti ein ferðmátari hjá løgregluni, at ráðharrin koyrdi 220 kilometrar um tíman, sjálvt um mest loyvda ferðin har er 130 kilometrar um tíman.

Tann 41 ára gamli ráðharrin fekk góðar 5.000 krónur í bót, men hann hevur fingið at vita, at hann møguliga fær størri bót seinni. Ein onnur avleiðing verður kanska, at hann fær forboð fyri at koyra bil í Eysturríki, skrivar Reuters.

Tilbuðurin er sera óheppin fyri Slovakia, í Pavol Rusku er ikki bara fíggjarmálaráðharri, men eisini varaforsætisráðharri.