Ov stóra virðing

Tróndur Vatnhamar, sum fýra ferðir noyddist í HB-málið eftir bóltinum, helt ikki, at svenska Elsfsborg var somikið nógv betri enn HB, sum tølini siga.

- Eg haldi ikki, at teir vóru so góðir, sum vit bóru ótta fyri. Sjálvandi er hatta eitt sterkt lið, men ikki fýra ferðir betri enn vit.

Men tit eru ógvuliga lítið við í dystinum. Høvdu tit ov stóra virðing fyri teimum?

- Ja. Tað haldi eg. Vit tora ikki at spæla, og so gera vit eisini fleiri mistøk. Eitt nú vistu vit, at teir eru sera vandamiklir við deyðbóltar, men kortini sleppa teir tvær ferðir at skora eftir slíkar, og tað er ikki nóg gott.

Mikukvøldið spælir HB móti Skála, áðrenn teir hósdagin leggja leiðina til Svøríkis. Ein ferð, sum nú ikki sær heilt so spennandi út.

- Nei, tað ger hon kanska ikki. Men vit skulu so yvir, og so mugu vit bara taka tað sum eina uppliving, heldur Tródur Vatnhamar.