Ov stór rundkoyring

Ein feilur í sambandi við avsetingina til rundkoyringina í Klaksvík hevur havt við sær, at sirkulin sjálvur er 2 metrar ov víður

Klaksvík:
Rundkoyringin er aftur í miðdeplinum. Norðlýsið skrivar hesa vikuna um, at býurin er ein hurlivasi, men at fólk mugu royna at vera tolin, tí kommunan setur trivnaðin so ovarlaga á raðfestingarlistanum. Og nú er greitt, at rundkoyringin sjálv má minkast, tí at sirkulin sjálvur er ov víður. Talan er um 2 metrar.
Arbeiðið upp á rundkoyringina hevur vart í langa tíð nú, men hetta kemur sambært borgarstjóranum ikki at seinka arbeiðinum nakað. Og heldur ikki fer tað at merkja nakran eykakostnað fyri kommununa.
? Hetta er ein feilur hjá ráðgevingini, men sum eg havi skilt, so verður arbeiðið kortini liðugt til tíðina, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri.
Hann veit ikki rættuliga, hvussu hetta mistakið verður rættað, men tað verður allarhelst soleiðis, at ein nýggjur sirkul verður gjørdur innan fyri verandi sirkul. Tá tann innari so er gjørdur, verður hitt burturbeint.
Henda minkingin kemur ikki at hava nakran týdning fyri prýði, sum skal standa á rundkoyringini, tí tað modellið er gjørt eftir tí upprunaligu støddini.
Hvussu hetta er komið fram, veit Steinbjørn ikki at siga. Men uttan kann tað hugsast, at bilførarar á teimum størru bilunum hava gjørt vart við tað. Fleiri hava sagt, at teir ómøguliga kunnu sleppa frá Biskopstøðgøtu og inn í rundkoyringina fyri at koyra út aftur niðan Gerðagøtu uttan at koyra upp á kantin. So tað kann hava verið tað, sum hevur gjørt sítt til, at hetta mistakið nú er uppdagað.