Ov spakuliga lýsir í eystri

Undirtøkan til 1. maidagshaldið hjá arbeiðarafeløgunum er ov lítil, halda fakfelagsfólk. Ov nógv fólk vita ov lítið um tað arbeiðið, fakfeløgini dagliga gera. 1. mai verður sum vanligt hildin í Havn seinnapartin

Aftur í ár fer Havnar Arbeiðsmannafelag at skipa fyri 1. maidagshaldið á Vaglinum í Havn. Aðrastaðni úr landinum er ikki frætt frá nøkrum slíkum tiltaki.
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, sigur, at 1. maidagshaldið á Vaglinum í ár fer at líkjast tiemum undanfarnu. Uttan tað, at hornorkestrið er skift út í ár.
Trúliga hevur Havnar Hornorkestur møtt upp undir Tinghúsinum at spælt fyri teimum, sum koma saman at lýða á røður og tónleik hesa løtuna. Men í ár er Havnar Hornorkestur í Skotlandi, har tey luttaka í europeiskari meistarakapping fyir hornorkestur, so teimum berst frá.
Men Havnin er væl útgjørd í so máta, so Arbeiðsmannafelagið hevur fingið GHM at spæla ístaðin, sigur hans Joensen.
Sjálvur fer Hans Joensen at vera ein av trimum røðarum á hesum haldinum í ár. Hinir báðir verða Jógvan Arge, býráðslimur í Havn, og Kristian Magnussen, løgtingsmaður.
Tað hevur ikki nakra serliga orsøk, at tveir politikarar halda røðu fyrsta mai í ár, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag. Tað er meira av tilvild, at so er.
Hans Joensen fýlist á, at luttøkan til 1. maidagshaldini hevur verið ov lítil hesi árini. Tað tykist ikki rættiliga, sum fólk leggja nakað í hendan boðskapin, arbeiðarafeløgini royna at fáa út.
?Tað er møguliga tí, at fólk, eisini okkara egnu limir, vita ov lítið um alt tað arbeiðið, sum arbeiðarafeløgini veuliga gera. Eini 95 prosent av tí, gjørt verður, er slíkt, sum ikki beinanveg sæst, vísir Hans Joensen á. Sjálvur hevði eg heldur ikki ímyndað mær, tá eg tók við sum formaður, at tað var so nógv arbeiði í hesum smabandi. Men so er tað aftur fyri okkara uppgáva at upplýsa fólk um hetta, soleiðis at undirtøkan til eitt nú 1. maidagshaldini gerst betri.
Hann vísir á, at eisini limir í Havnar Arbeiðsmannafelag heldur fara á flot ein slíkan dag, enn at fara oman á Vaglið at lurta eftir røðum. Og fólk í øðrum størvum og øðrum feløgum hava vanliga ikki frí 1. mai og eru tískil tarnað soleiðis.
?Men nú fellur 1. mai á ein leygardag í ár, og tá hava øll frí. So kanska tað eru betri hesaferð, vónar Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag.