Henrik Old,
løgtingsmaður
Tað kann neyvan koma heilt óvart á nakran, at Norðoyatunnilin letur upp leygardagin. Tí er tað trupult at skilja, hví leiðsla og nevnd í tunlunum báðum í síðstu løtu boðar frá, at frítt verður at koyra eina viku bæði í Norðoyatunnlinum og Vágatunnlinum.
Frí koyring í Vágatunnlinum vil sjálvandi viðføra krav aðrastaðni frá um fría sigling eisini. Hetta er heilt náttúrligt.
Tí burdi nevnd og leiðsla boða landsstýrismanninum í samferðslumálum frá hesum í góðari tíð, so alt landi kundi luttikið í hesi stórhending.
Hevði henda fráboðan komi ein mána áðrenn, so kundi nógv fingist burturúr.
Vanligar gerandisdagar verður trupult hjá fólki í Suðuroynni og Sandoynni at gera brúk av møguleikanum at sigla og koyra ókeypis. Tey sum eru til arbeiðis á flakavirkjunum kunnu illa leggja ein dag burturúr, sama er við teimum sum hava anna arbeiði at passa ella hava skúlabørn. Tað man neyvan verða eitt húsarhald sum ikki hevur onkran sum er bundin at einum ella øðrum allar vanligar gerandisdagar.
Var tíðin til tað so kundi bæði hotell og handlar í Suðuroynni bjóða serlig tilboð til ferðandi sum gera brúk møguleikanum at eisini verður ókeypis at ferðast til Suðuroynna, og helst verða tað mong íð gerða brúk av tí møguleikanum eisini.
Mín áheitan á landstýrismannin verður.
Lat suðringum og sandoyingum fáa møguleikan at sigla ókeypis í eini trý vikuskiftir,og samtíðis fáa avtalu við leiðsluna í báðum tunlunum um ókeypis koyring teir dagar eisini. So kundi øll fingið møguleikan at roynt eina ordans ferð kanska heilt til Viðareiðis at eti ein góðan bita áðrenn vent var suðuryvir aftur.
Við ongari fyrireikingartíð ber ikki nógv til. Somuleiðis verður neyðugt við neyvari samskipan, tá slík útmerkaði tiltøk verða gjørd í framtíðini.
Annars skal eg ynskja norðingum og øllum tillukku við hesi stórhending.
Tað verður í øllum førum nemmari at koma norður til ein gódan hondholtsdyst herðeftir.









