?Búskaparráðið átti at sæð sjúkutekini í vinnuni, og tær avleiðingar hetta hevur fyri samfelagið sum heild, í tí frágreiðingini sum kom fyri einum ári síðan. Tað er bara ikki nokk bert at staðfesta eina gongd, sum vit øll vita frammanundan.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum verður skrivað, at nýggja konjekturfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum kemur ov seint. Vinnuhúsið er av teirri áskoðan, at Búskaparráðið eigur regluliga at taka pulsin av á búskapinum og ávara um afturgongdina, áðrenn hon er her.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er neyðugt hjá Búskaparráðnum at koma javnan við styttri og meira aktuellum konjekturfrágreiðingum.
?Árliga konjekturfrágreiðingin staðfestir metingar, sum longu hava verið frammi fleiri ferðir, um at búskapurin er í afturgongd, verður skrivað á heimasíðuni.