- Tað eru ov nógv ung í Føroyum, sum fara á miðnámsskúla.
Tað heldur Páll á Reynatúgvu, tinglimur fyri Tjóðveldi.
Á flokstingi hjá Tjóðveldi í gjár, førdi hann tað umstrídda sjónarmiðið fram, at eftir hansara tykki, eru tað ov nógv ung í Føroyum, sum fara á miðnámsskúla og fáa sær bókligar útbúgvingar.
- Fyri nøkrum árum síðani var tað altavgerandi, at øll skulu hava eina miðnámsútbúgving. Men eg haldi ikki at tað er rætt, segði tjóðveldismaðurin á Sandi.
Hann heldur, at í ov stóran mun flytir fólkið seg frá at vera verklig, til at verða bóklig burturav. Men hann heldur eisini, at sum partur av okkara tjóðarbygging, eiga vit at hava nógv meiri av skapandi fólki og nógv meiri av arbeiðandi fólki, enn vit hava í dag.
Og tað heldur hann eisini, at Tjóðveldi eigur at leggja dent á.
- Tað er ein stórur trupulleiki, at vit hava alt ov lítla tilgongd av handverkarunum, legði hann afturat.
Hinvegin heldur hann, at tað eru ov nógv fólk, sum hava eina undirvísandi, ella frálærandi leiklut, og at vit samstundis hava ov fá fólk, sum arbeiða. vit skulu heldur ikki gloyma, hvussu sunt tað er at arbeiða, legði hann afturat.
- Handverkarar eru ein stætt, sum er stórliga undirmett í føroyska samfelagnum, hóast tað er ein stætt, sum hevur sín stóra leiklut í, at vit hava klárað at ment okkara samfelag so frægt sum vit hava.
Páll á Reynatúgvu sigur, at tað eru altíð verkafólk og fiskimenn, sum verða hámett, men tað verða handverkarar ikki, hóast teir hava verið noyddir at tola ómetalig sveiggj í búskapinum.
- Handverkarar eru ein stætt, sum er undirmett í samfelagnum. Tað er ein stætt, sum eigur sín ríkiliga lut í at menna samfelagið og tí eiga vit at gera meiri fyri at menna og lívga um ta stættina, sigur Páll á Reynatúgvu.