Tað sigur Marner Lisberg, nevndarformaður í Sandoy Seafood, har tey hava ilt við at hava nakra støðuga framleiðslu, tí rávørunøgdirnar eru ov lítlar. Eitt beinleiðis úrslit av, at fiskiskapurin eftir upsa er vorðin alt meira avmarkaður.
- Vit hava roynt og royna framvegis fleiri møguleikar fyri at økja um rávørugrundarlagið. Men tað er eitt sindur hugstoytt at staðfesta, at politiska skipanin ikki spælir serliga væl við.
- Ein trupulleiki er, at stórur partur av landleiðunum eru stongdar. Í vár varð gjørd ein roynd við einum pari hjá United Seafood, har rist varð nýtt í trolinum. Hetta eydnaðist sera væl. Fiskiskapurin var góður, og at kalla eingin ungfiskur var í veiðuni, og tí vónaðu vit, at politiska skipanin fór at koma við nøkrum broytingum, tá fiskidagarnir vóru til viðgerðar í tinginum. Men tá nýggja fiskiárið byrjaði 1. september, var einki broytt, og tað harmar okkum ómetaliga nógv, sigur Marner Lisberg.