- Tað snýr seg um at skapa frið um málið, og um at skapa álit á skipanina. Tí havi eg gjørt av at finna ein nýggjan kanningarstjóra, sigur Jógvan á Lakjuni.
Annfinn V. Hansen varð útnevndur kanningarstjóri 19. november.
Sjálvur heldur Annfinn V. Hansen fast um, at hann framvegis er gegnigur at vera kanningarstjóri.
Men nógv rumbul og nógvir ivaspurningar um gegnið hjá Annfinni V. Hansen bleiv, tá avtornaði, ov nógv fyri løgtingsformannin.
Stutt fyri døgurða boðsendi Jógvan á Lakjuni kanningarstjóran á fund.
Jógvan á Lakjuni vil ikki siga, um tað formliga er nøkur orsøk til, at Annfinn V. Hansen nú ikki longur kann vera kanningarstjóri. Hann vil ikki gera viðmerkingar til, um Annfinn V. Hansen eftir nógvu umrøðuna í fjølmiðlunum í seinastuni nú ikki longur er gegnigur at vera kanningarstjóri.
- Tað snýr seg um at skapa frið um málið, og um at skapa álit á skipanina, sigur Jógvan á Lakjuni, sum nú skal út og finna ein nýggjan kanningarstjóra.
Hoyr samrøðu við Jógvan á Lakjuni við at trýsta á pílin undir myndini.
Les eisini:
Annfinn V. Hansen: Eg eri framvegis gegnigur
Annfinn V. Hansen farin frá sum kanningarstjóri
Løgtingsformaður kallað Annfinn á fund