Secret Service, sum millum annað hevur til uppgávu at verja amerikanska forsetan, stóð tilbúgvið sunnunáttina, tá eitt lítið flogfar kom ov nær garðinum hjá George W. Bush uttan fyri Crawford í Texas. Bush og konan vóru á garðinum, og Secret Service kvikaði sær at fáa fatur á flogskiparanum, so skjótt tað lítla flogfarið hevði sett seg. Tað vísti seg, at flogskiparin hevði mistikið seg, og at hann hevði als ikki havt nakra ætlan um at órógva forsetahjúnini.