Ov nógvur svøvnur kann stytta um lívið

Bretsk kanning vísir, at tað kann vera heilsuskaðiligt at sova meir enn átta tímar

Tað kann ofta vera lokkandi at balla seg nakrar tímar aftrat undir dýnuni. Men tað kann kanska vera eitt gott hugskot ikki at lata seg freista av dýnuni og í staðin koma upp úr songini, um mann er vanur við at sova leingi.

 

Tað kann nevniliga vera heilsuskaðiligt at sova longur enn átta tímar, vísir ein nýggj kanning frá Keele University í Bretlandi. Ov nógvur svøvnur kann elva til eitt styttri lív. 

 

Nýggja kanningin vísir, at tey, ið sova meir enn 10 tímar hvørja nátt, eru í 30 prosent størri vanda fyri at doyggja tíðliga, enn tey, ið sova sjey tímar. 

 

Granskarar hava tikið støði í sannroyndum frá 74 ymsum kanningum við fleiri enn trimum milliónum persónum og funnið útav, at tað er ein greiður samanhangur millum svøvnlongd og vandan fyri heilabløðing. Vandin fyri heilabløðing og hjartasjúku hjá persónum, ið svóvu ov leingi, var dupult so stórur. 

  

Kanningin vísti eisini, at ein órógvað svøvnrútma kann hava ringa ávirkan á gleðina í gerandisdegnum.