Ov nógvur poppur í valstríðnum

Í valstríðnum hava nógvir politikarar tosa um vælferð, men Sámal Matras Kristiansen, valserfrøðingur hjá Miðlahúsinum, heldur ikki rættiliga, at teir vita, hvat teir tosa um Í valstríðnum hava politikarar tosa nógv um vælferð. Men valserfrøðingurin hjá Miðlahúsinum heldur ikki, at teir vita akkurát, hvat teir tosa um.

Á Rás 2 í gjárkvøldið staðfesti hann, at politikarar tosa ofta um vøkstur, tá ið teir tosa um vælferð og lítið og onki um, hvussu virðini í samfelagnum skulu býtast.

Tað er ikki vist, at vøkstur er tað sama sum vælferð, tí spurningurin er, hvønn vøksturin rakar, um hann rakar tey vælbjargaðu, ella tey lágløntu.

- Vælferð snýr seg ikki bara um vøkstur, hon snýr seg eisini um, hvør fær lut í vøkstrinum.

Hann heldur sostatt, at politikarnir eru farnir frá at tosa um, hvussu virðini í samfelagnum skulu býtast og at fáa virðini út til tey, sum veruliga hava brúk fyri teimum, til at gera vælferð til eitt popput hugtak um vøkstur.

Hann vísti eisini á, at nógv verður tosað um skattalætta, men tað verður sjáldan tosað um, at skattalættarnir verða etnir upp av príshækkingum.

Og tá ið prísirnir hækka, fær landið eisini meiri inn í mvg og so hava fólk í veruleikanum betalt líka nógv, ella meiri í skatti.

- Tí er skattalættin ein smart loysn og ein loysn, sum ikki er serliga samhaldsføst, tí mvg har tey lágløntu betala lutfalsliga meir.

- Tí er tað ein spurningur, hvussu nógv vælferð er í at lækka skattin av lønum fyri síðani at fáa meiri inn aftur í mvg av tí at prísirnir hækka, tí tað eru tey lágløntu, sum betala lutfalsliga meiri í mvg, sigur Sámal Matras Kristiansen.

Annars vísir hann á, at tað hevur eydnast at fáa politikarar at lova eitt og annað, eitt nú nýggjan studentaskúla í Marknagili.

Annars heldur hann, at tað eisini hevur eydnast nógvum politikarum at fáa ein boðskap út um, at verða júst teir valdir, bilar tað ikki so nógv, tí so fer ikki so nógv at henda.

- Tað gera teir við at sannføra veljaran um, at júst teir standa fyri støðufesti og at tað tí er vandaleyst at velja teir.

Hann tulkar tað sum um at fólk í grundini ikki vilja hava so stórar bróytingar og tí er betri at velja ein flokk, sum ikki hevur ov nógv upp á hjartað.