Síðani 1977 hevur kópurin verið friðaður í Danmark, men nú kæra danskir fiskimenn seg um, at tað er alt ov nógv til av kópi, og at hann etur nógvan fisk ella oyðileggur fisk, sum kemur í gørnini hjá garnabátum.
-Vit hava havdagar, meskavídd, kvotur og vánaligan fiskaprís, og so skulu vit stríðast við kópin afturat, sigur skiparin Jesper Studsgaard Olsen við danska kringvarpið. Sjálvur roynir hann við gørnum, og hann heldur, at eina viku við nógvum fiski missir hann fisk fyri einar 25.000 krónur, tí kópur hevur sett á fisk í gørnunum.
Jesper Studsgaard Olsen, sum býr í Thorup Strand, er ikki í iva um, hvat rætt er at gera.
-Vit noyðast at skjóta nakrar kópar fyri at halda stovninum niðri, sigur hann við DR.
Tá kópurin bleiv friðaður fyri 35 árum síðani, hildu fólk, at umleið 2.000 kópar vóru í donskum sjógvi. Í dag verður hildið, at teir er umleið 20.000 í tali.