Fyri nøkrum døgum síðani kunngjørdu Demokratarnir í Grønlandi, at teir vilja hava landsstýrið at kanna treytirnar fyri grønlendskum limaskapi í ES. Nú eru teir komnir við einum við uppskoti afturat, og hesaferð mælti flokkurin til at skerja tingmannatalið í Inatsisartut ella Landstinginum.
Eftir galdandi skipan hevur Landstingið 31 limir, men Demokratarnir halda, at 25 hevði verið nóg mikið. Tað hevði eisini spart landskassanum einar tríggjar milliónir krónur um árið, sigur flokkurin sambært blaðnum Sermitsiaq.










