Framrokningar í Danmark vísa, at næstan ein triðingur av teimum, sum læra til pedagok, fara ikki at fáa arbeiði sum pedagokar, tá tey verða liðug við útbúgvingina.
Danska kommunufelagið hevur tí roynt at ávirka gongdina, soleiðis at færri næmingar verða tiknir upp. Ætlanin hjá felagnum var at skerja næmingatalið tíggju prosent í ár, men tað eydnaðist ikki. Mikkel Haarder í kommunufelagnum sigur við danska útvarpið, at í ár vórðu fýra prosent færri næmingar tiknir upp enn undanfarnu árini.
Skúlarnir, sum útbúgva pedagokarnar, hava langt síðani sæð, hvønn veg tað ber. Rektarin á lærara- og pedagokskúlanum í Kolding, Jørgen Hansen, sigur við danska útvarpið, at tey havna nógvum umsóknum á hvørjum ári, tí tað er eingin orsøk til at útbúgva fólk til arbeiðsloysi, sigur hann.










