ÚTISETAFELAG
Leygardagin tapti FCK 1?0 á heimavølli ímóti FC Midtjylland, sum var rættuliga væl skipað og spældi seg til fleiri málmøguleikar enn FCK.
? Vit vóru betri fyrsta korterið. Eg fekk møguleika at royna ímóti málinum við høvdinum í 8. minutti. Tíverri bjargaðu teir á strikuni. Hvussu gongdin hevði havt verið, um tað ta ferðina hevði eydnast at skora, ber til at filosofera yvir, men tað gevur ongan meining. Teir vóru skarpari enn vit. Hjá okkum kom ferðin ongantíð nóg langt upp. Tað var ov nógv pilkarí, og vit høvdu fáar upplagdar málmøguleikar, sigur Todi Jónsson á heimasíðu sínari todi.fo.
FCM málið skoraði miðvallarin Thomas Frandsen, tá ið ein tími var farin.
Fimtan túsund áskoðarar vóru í Parkini, og teir flestu teirra vóru vónbrotnir. Síðani FCK sá dagsins ljós fyri ellivu árum síðani, hava teir vunnið nógv teir flestu heimadystirnar. Parkin hevur í hesum kappingarárinum ikki verið tann skansin, sum hon áður hevur verið hjá FCK. Higartil hava teir mist sjey stig á heimavølli. Tað er væl meiri, enn teir plaga at missa í leyvuholini, sum teir taka til í Danmark.
Ov nógvir góðir spælarar
Todi Jónsson var leygardagin á vøllinum í 66 minuttir. So varð hann tikin út, og á vøllin kom í staðin Álvaro Santos. Løtu seinni varð Thomas Røll Larsen tikin út, og tá kom Peter Møller inn. Zuma var á vøllinum alla tíðina, men hann var verri enn so eins væl upplagdur, sum hann hevur verið undanfarnu vikurnar, og Todi er tann av álopsmonnunum, sum í pressuni fær besta skoðsmálið.
Í donsku pressuni eru teir farnir at tosa um, at ein trupulleiki hjá FCK nú í heyst er, at teir hava ov nógvar spælarar, sum eru kvalifiseraðir at spæla í superliguni. Leygardagin staðfesti Politiken, at FCK hevur mannað seg til at spæla í Europa Cup fyri meistaralið, og at tað nú tað kiksaði at sleppa upp í part í fremstu kappingini, er ein trupulleiki, hvat teir skulu gera við manningina.
Leygardagin høvdu fimtan spælarar fingið boð til landskappingardystin ímóti FCM. Millum spælararnar, sum ikki høvdu fingið boð, vóru eitt nú Peter Christiansen, sum inntil hann fyrr í summar varð skaddur, var fastur vongverji í vinstru, og Jörgen Pettersson, sum fyri einum ári síðani varð keyptur úr týsku bundesliguni og til FCK, har hann skuldi verða stóra álopsstjórnan.
Politiken veit at sig, at tá ið Hans Backe, FCK venjarin, endaði venjingina fríggjadagin við at boða frá, at teir somu fimtan skuldu møta leygardagin, sum høvdu spælt ímóti AGF, var framrættaði svenski spælarin skjótur til hús. Hann segði seg vera í toppvenjing, og hevði ilt við at góðtaka, at hann fyri aðru ferð á rað als ikki slapp upp í part.
FCK venjarin tók tað róligt. Hann vísti á, at nú verður ivaleyst brúk fyri øllum spælarunum. FCK skal í annaðkvøld spæla landskappingardyst í Viborg, leygardagin skulu teir spæla á heimavølli ímóti Herfølge, og í næstu viku skulu teir spæla á útivølli í UEFA Cup.