PRÀT
?Eg haldi, at dysturin var øgiliga væl spældur. Tað hevði verið stuttligt, um dysturin endaði 3-2, men bleiv tað so ikki, vóru fyrstu orðini frá ÍF liðforðmanninum, Randi Larsen, eftir finaluna móti TB.
Hon gjørdi í Sjónvarpinum undan dystinum, at eftir gott fimmogtjúgu ár sum flogbóltsspælari, hevði hon ikki vunnið nakað av týdningi, og hevði hon heldur ikki verið nær við. Eydnast teimum ikki at gerast føroyameistarar í ár, so verður tað heldur ikki í ár, at hon vinnur á longslinum um eitt vinnararheiti og gullheiðursmerki.
Randi heldur ikki, at tað vóru nervarnir, sum gjørdu av við tær, men heldur vóru tað óneyðugir persónligir feilrir. Sjálv heldur, at hon dysturin var væl leiktur, og hon er glað fyri tann nógva stuðulin frá áskoðarunum.
Vóru tað bara ikki nóg góðar í dag?
?Jú, tað haldi eg, at vit vóru. Eg haldi, at bæði liðini vóru øgiliga góð.
Munur var tann, at vit gjørdu ov nógvar persónligar feilir, og tað kostar nøkur sett. Eitt nú í triðja setti, sum eftir mínum tykki avgerð dystin, segði Randi Larsen.
Sjálvt tekur Randi Larsen eisini eitt ár afturat í føroysku flogbólti á hægsta stiði í tráðanini eftir heiðursmerkjum, men ikki er vist, hvussu liðið hjá ÍF sær út komandi ár.
?Enn vita vit ikki, hvussu liðið fer at síggja út komandi. Tað er ikki avgjørt, um tær báðar útlendsku fara at spæla vi okkum komandi ár, sigur Randi Larsen at enda.









